Harðir bardagar í Somalia

Harðir bardagar vóru í dag millum somaliskar stjórnarhermenn og uppreistrarmenn. Bardagarnir kyknaðu, tá umleið 100 uppreistrarmenn lupu á eina støð hjá stjórnarherinum í høvuðsstaðnum Mogadishu.

Stutt undan álopinum vóru teir fyrstu friðarvarðveitandi hermenninir hjá afrikanska eindarfelagsskapinum komnir til Somalia.

Teir fyrstu hermenninir komu úr Uganda, men ætlandi skulu fleiri onnur lond senda hermenn til Somalia, so talið kemur upp í 8.000.