Harðir bardagar á Fílabeinsstrondini

Á Fílabeinsstrondini eru harðir bardagar millum hermenn hjá Alassane Ouattara, sum vann forsetavalið í november í fjør, og hermenn hjá Laurent Gbagbo, sum tapti valið. Men hóast almenna valnevndin staðfesti úrslitið, sýtir Gbagbo fyri at lata embætið frá sær.

Teir seinastu dagarnar hava hermenn hjá Ouattara tikið seg nógv fram, og teir hava nú ræðið á umleið 80 prosentum av landinum. Tíðindastovurnar skriva, at nógvir hermenn hjá Gbagbo eru farnir í part við hinum, og at Gbagbo er næstan kroystur upp í ein krók nú. Tað seinasta samdøgrið hava harðir bardagar verið við forsetaborgina og onnur týðandi støð í Abidjan.

ST hevur 9.000 hermenn á Fílabeinsstrondini, og teir hava nú eftirlitið við altjóða flogvøllinum í Abidjan.

Síðani borgarakríggið í 2002 hava 1.000 franskir hermenn verið á Fílabeinsstrondini, og teir hava nú ábyrgdina av at verja franskar og aðrar útlendskar ríkisborgarar.