Harðir bardagar í Bahrain

Í fleiri vikur hava fleiri hundrað mótmælisfólk hildið til í tjøldum í miðbýnum í Manama, sum er høvuðsstaður í Bahrain, men nú hava alvápnað løgreglulið sett eld á tjøldini. Tíðindastovurnar skriva, at hundraðtals løgreglumenn eru komnir við tyrlum og hernaðarakførum, og at harðir bardagar hava verið millum løgregluna og mótmælisfólkið.

Tað er ikki greitt, hvussu mong fólk hava latið lív í bardaganum, men keldur á einum sjúkrahúsi í Manama siga, at tveir løgreglumenn doyðu, tá ein bilur við mótmælisfólkum rendi á teir.

Kongurin í Bahrain, Hamad, hevur lýst undantaksstøðu í tveir mánaðir, samstundis sum hann hevur latið trygdardeildunum valdið í landinum.

Kreppan í Bahrain hevur hótt trygdina í økinum, og mánadagin frættist, at Saudiarabia hevði sent 1.000 hermen til Bahrain at steðga teimum shiamuslimsku mótmælunum.