Har fór skattalættin  2. partur

Tað er ikki lukkuligt borg­arstjórin og veruligi borg­arstjórin leika í, tí minnilutin mælir til at varð­veita verandi skatta­prosent

Jan Christiansen, býráðslimur

Bæði Heðin Mortensen og Jógvan Arge vóru skjót­­ir við penninum, nú minni­lutin í Tórshavnar Býráð vildu varð­veita verandi skatta­prosent og lata borgarunum ein skatta­lætta komandi ár.
Veruligi borgarstjórin í Tórs­havn, Jógvan Arge, kall­ar minnilutan fyri heint­ar sprelli­menn, ímeð­an hin borg­ar­stjór­in, Heð­in Morten­sen, sigur, at bæði Beate L. Samuelsen og undirritaði ikki hava skilt nakað sum helst.
Jógvan er skilagóður, út­spekuleraður og dugur væl at skriva, so kanska vit í minnilutanum skuldu tikið tað at okkum, tá hann kallar okkum heintar sprellimenn, men lat fara. Heðin er Heðin, so er tað sagt!

Tey lágløntu
merkja sviðan
Men aftur til mista skatta­lættan. Landsskatturin lækk­ar komandi ár, og eru tað ser­liga lág- og miðal­inntøkurnar, ið skulu merkja skattalættan. Landsskatturin er progressivur og tað ger, at láginntøkur gjalda minni part av lønini í skatti enn tær høgu inntøkurnar. Komm­unuskatturin er hinvegin ein javnur skattur. T.v. s. at sami prosentpartur verður tikin av lønini til skatt av eini lágari løn sum av eini høgari løn. So við at flyta eitt prosent av landsskatti til kommunuskatt, vilt tú raka tey lágløntu serliga meint.
Nú meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur hækkað skatta­prosentið vilja hesi lágløntu serliga merkja sviðan av hækk­ingini. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vóru ímóti at hækka komm­unu­skatt­in, men Tjóð­veld­is­flokk­ur­in og Javnaðarflokkurin, ið hava meirilutan í býráðnum, vildu hinvegin hava komm­unuskattin hækkaðan við ein­um prosenti.
So Heðin Mortensen, sum í løtini er altvitandi javn­aðar­mað­ur, hev­ur við skatta­hækk­ing­ini lagt eyka byrðar á tey lágløntu. Kanska var hækkanin av kommunuskattinum partur av skránni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum inni á Svangaskarði herfyri.
Ein sannroynd er, at Tórs­havnar Kommuna er sera væl fyri fíggjarliga, og við skynsamari fíggjarstýring kundu vit lættliga varðveitt verandi skattaprosent kom­andi ár.