Í síðsta mánað møttust strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild í London, har samráðingar vóru á skránni um teir tríggjar uppsjóvarfiskibólkarnar.
Samráðingartoymini máttu tó fara heim aftur uttan at vísa á nøkur úrslit, tí samráðingarnar bóru ikki á mál.
Herluf Sigvaldsson, føroyski samráðingarleiðarin, hevur heldur ikki serligar stórar vónir til, at tað ber til at finna eina semju í nærmastu framtíð.
- Í samráðingunum um svartkjaft og norðhavssild, er tað sjálvt býtið, ið strandarlondini eru ósamd um. Har er full ósemja, og einki røkist fyri, at tað verður nøkur semja í bræði. Tí er tað mest sannlíkt, at londini áseta sær sínar egnu kvotur fyri 2016.
- Krøvini er so mikið stór hjá hvørjum landi sær, at tað verður trupult at finna eina semju. Eg kann ikki siga nakað serligt um samráðingarnar, men tað eru summi lond, ið eru nærri hvørjum øðrum enn onnur.
Sostatt er tað fjórða árið á rað, at Føroyar seta sína egnu kvotu fyri norðhavssild, og annað árið á rað, at Føroyar seta egnu svartkjaftakvotu.
- Gamla semjan um norðhavssild var frá 2007, og var tað Føroyar, sum í 2012 boðaðu hinum londunum frá, at vit tóku okkum úr semjuni, og settu okkara egnu kvotu frá og við 2013. Hini londini tóku seg úr í 2015, soleiðis at tað nú er eingin semja á økinum, greiðir Herluf Sigvaldsson frá, og leggur afturat.
- Viðvíkjandi svartkjafti var tað ES, sum í oktober 2014 boðaði frá, at teir settu sína egnu kvotu í 2015. Vit komu við somu fráboðan í november 2014, so í løtuni er gamla semja frá 2005 ikki í gildi longur.
Í samráðingunum um norðhavssildina eru strandarlondini Føroyar, ES, Norra, Ísland og Russland. Grønland fiskar nakað av sild, men er ikki viðurkent sum strandarland.
Við samráðingarborðið um svartkjaft eru strandarlondini Føroyar, ES, Norra og Ísland.