Har ein skriða er lopin

Um somu tíð sum tað frættist, at Vágatunnilin verður seinkaður, er eisini greitt, at parkeringsplássini við flogvøllin verða ikki gjørd í ár. Og á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er eingin játtan

Parkeringspláss

Vágar:Parkeringsplássini, sum gerast skuldu við flogvøllin, verða ikki gjørd í ár. Játtanin fellur aftur í landskassan, og eingin játtan er á komandi fíggjarlógaruppskoti.
Kristian Rasmussen, sum fyri Landsverkfrøðingin hevur umsitið málið um parkeringsplásisni, sigur, at nú er so nógv liðið av árinum, og eingin endalig verkætlan fyriliggur, so staðfest er, at tað verður ov seint at fara undir arbeiðið, um tað skal vera liðugt á nýggjárinum. Tað er ikki realistiskt at vænta tað, sigur hann.
Tær fimm miliónirnar, sum játtðar vórðu til arbeiðið, falla sostatt aftur í landskassan.
Kristian Rasmussen sigur, at grundin til hesa støðuna er tann, at játtanin kom ov seint. Tað hevur stutt sagt ikki verið tíð at gjørt arbeiðið, sigur hann.
Arbeiðið varð boðið út í eini sonevndari totalenterprisu, har tann, sum fekk arbeiðið, eisini skuldi gera eitt projekt, sum friðingarmyndugleikarnir skuldu hava at geva síni loyvi eftir.
Tað projektið er ongantíð komið, og nú er ov stutt tíð at fáa fyrst góðkenning frá friðingarnevndini og síðan gera arbeiðið, áðrenn játtanin dettur burtur.
?Vit høvdu gjørt av, hvør skuldi gera arbeiðið, men her gjørdist einki, sigur Kristian Rasmussen.
Hvussu vorðið verður næsta ár, ber ikki til at siga, heldur Kristian Rasmussen. Einasta hann kann staðfesta í dag er, at á tí uppskoti til fíggjarlóg, sum liggur í Løgtinginum, er eingin króna sett av til ger av pakeringsplássum við flogvøllin.
Um tað kortini fer at bera til at »manøvrera« tað soleiðis, at pengar fáast, kunnu vit bara bíða eftir, sigur hann.
Borgarstjórin í Sørvági, Eivin Jacobsen, sigur, at har var ov illa avstafarið, at nú eingi parkeringspláss verða gjørd, hóast tað ikki var annað væntandi, tí so seint varð byrjað.
?Teir hava vitað leingi hjá landsverkfrøðinginum, at undirsjóvartunnilin fór at koma, og við honu eisini ein øgilig ferðsla. Tí er tað beinleiðis sløsarí, at ikki er farið undir hetta fyrr, sigur borgarstjórin í Sørvági.
?Eg kann bara staðfesta, at tað eru ikki vit her vesturi, sum hava skapt handan trupulleikan, men tað verða vit, sum fáa hann, tá bilar fara at standa parkeraðir um alla oynna, tí fólk ikki sleppa av við teir við flogvøllin, sigur Eivin Jacobsen.