Hóskvøldið klokkan 18.30 feldi Føroya Rættur teir harðastu dómarnar í narkomálinum higartil. Tveir 25 ára gamli menn eru dømdir at sita í minsta lagi tvey ár í fongsli.
Harumframt verður hald lagt á 25.000 krónur hjá dananum og á 65.000 krónur hjá føroyinginum. Hetta er tað yvirskot, ið rætturin metir, menninir hava havt av handli við rúsevnum. Teir skulu eisini gjalda sakarmálskostnaðin.
Menninir eru dømdir eftir paragraf 191 í revsilógini. Henda lógin verður nýtt, tá talan er um álvarsom brot á lógina um euforiserandi evni.
Føroyingurin tók við dóminum og bað samstundis um at sleppa leysur, áðrenn hann skal sita dómin. Danin valdi tó at skjóta dómin inn fyri Eystara Landsrætt, tí revsingin er ov hørð.
Ákærin kravdi hinvegin, at menninir framhaldandi sita varðhaldsfongslaðir, og at teir ikki sleppa leysir, áðrenn dómurin skal sitast. Hesum tók dómarin undir við.
Amfetamin við Norrønu
Høvuðsmálið, ið teir báðir vóru funnir sekir í, var, at teir høvdu smuglað 200 gramm av amfetamini til Føroya við Norrønu í august í fjør. Eisini vórðu teir funnir sekir í at hava selt, keypt og givið víðari rúsevni sum hassj, kokain og ecstacy pillarar.
Kjarnin í rættarmálinum var smuglingin av amfetamininum. Teir viðgingu at hava flutt amfetaminið til Føroya. Teir vildu tó bara kennast við 187 gramm og ikki 232, sum ákæruvaldi vildi vera við. Teir fingu dóm fyri at hava smuglað 200 gramm.
Tað var danin, ið hevur fastan bústað í Føroyum, sum skipaði fyri handlinum. Hann setti seg í samband við rokkara-umhvørvið í Hanstholm, og ein avtala varð gjørd um handilin við amfetamini. Føroyingurin, ið arbeiddi umborð á Norrønu, fór til Danmarkar eftir rúsevnunum. Hann fekk eisini 30 ecstacy pillarar við sær til Føroyar.
Amfetaminið skuldi nýtast at rinda aftur skuld, ið føroyingurin hevði til ymsar persónar. Restin varð goymd aftanfyri hvíldarheimið Naina í Gundadali í Havn.
Báðir høvdu umleið tjúgu ákærur hvør, og teir vórðu funnir sekir í teimum flestu. Tó var onkur einstøk ákæra, ið dómarin ikki fann haldgóð prógv fyri.
Skipaður handil
Danin varð tikin 11. januar í ár. Hann hevði tá 165 gramm av amfetamini í bilinum og nakrar ecstacy pillarar. Síðani hevur hann sitið varðhaldsfongslaður.
Føroyingurin varð í fyrstu atløgu tikin 16. januar. Hann varð síðani leyslatin dagin eftir, men handtikin aftur 25. januar, tá fleiri upplýsingar um hann komu undan kavi.
Danin varð eisini funnin sekur í at hava givið løgregluni rangar upplýsingar undir avhoyringunum. Hesar upplýsingar høvdu við sær, at løgreglan hevði ein mann í avbyrging uttan haldgóða orsøk. Dómarin gav manninum tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri ta rongu frágreiðingina.
Ákæruvaldið kravdi sera harða revsing fyri hesi lógarbrotini. Orsøkin er, at talan er um sera hørð rúsevni í hesum málinum. Ákæruvaldið førdi fram, at amfetamin, ecstacy og kokain eru sera vandamikil rúsevni, og tað eigur at hava herðandi ávirkan á dómin. Harumframt varð víst á, at føroyingurin tvær ferðir fyrr er dømdur eftir lógini um euforiserandi evni.
Hann viðgekk í rættinum, at hann hevur verið misnýtari av rúsevnum í fleiri ár, og at hann ofta stóð í skuld til veitarar av rúsevnum. Danin er hinvegin ongantíð fyrr dømdur.
Ákærin vísti á, at virksemið teirra hevur verið sera umfatandi, og tað er farið fram undir skipaðum viðurskiftum. Eisini varð víst á, at nøgdirnar, sum talan her er um, eru rættiliga stórar.
Enn eru fleiri rættarmál í narkomálinum, sum ikki eru avgjørd. Væntandi verða hesi sett á skránna komandi fýra vikurnar.









