– Harðasti dysturin eg havi spælt

Atli Gregersen megnaði saman við liðfeløgum sínum at halda málið reint fyri fyrstu ferð í ár, og tað fegnast stóri maðurin úr Gøtu um.
– Eg haldi at sigurin var uppibori, eingin ivi um tað. Men hetta er ein tann harðasti dysturin eg havi spælt, sigur Atli Gregersen.
Tá tað er støðan kennist sigurin eyka søtur, og prikkurin yvir tað so væl kenda i’ið var, at GÍ helt málið reint allan dystin.
– Vit hava latið ov nógv mál inn. Tí avtalaðu vit, at nú binda vit fyri, soleiðis at vit ikki lorka sigurin burtur, soleiðis sum vit gjørdu móti AB. Hetta gjørdu vit, og vit vóru eisini fullgreiðir um, at vit nokk skuldu fáa okkara kjansir. Tað gjørdu vit eisini og fingu eitt mál, sum var nóg mikið, sigur fegni Atli Gregersen.