Tað munnu verða fáir føroyingar í hesum døgum, sum ikki hava varnast navnið Johan Dahl. Síðan 44 ára gamli vágbingurin varð tilnevndur landsstýrismaður við fiskivinnumálum fyri 14 døgum síðan, hevur hann dagliga verið í andglettinum í fjølmiðlunum.
Søgur hava leingi gingið um illgrunasomu fortíðina hjá Johan Dahl sum vinnulívsmanni og hesar søgur hava veruliga fingið bein at ganga á, eftir at hann varð tilnevndur landsstýrismaður í nýggju ABC-samgonguni.
Føroysku fjølmiðlarnir hava seinastu tvær vikurnar kannað fortíðina hjá nýggja landsstýrismannunum og sett spurning við um illgrunasama fortíðin hjá Johan Dahl ger hann skikkaðan til ein landsstýrissess.
Høvuðspersónurin sjálvur dylir ikki fyri, at seinastu 14 dagarnar hava verið alt annað enn ein dansur á rósum fyri seg og sína familju. Hóast trýstið er stórt, slær Johan Dahl fast, at hann hevur ongar ætlanir at lata seg trýsta úr landsstýrissessinum.
Tilrættarløgd herferð
Trýstið frá fjølmiðlunum kann valla koma óvæntað á teg ?
Nei, tað kemur ikki óvart á meg, at mann verður útsettur fyri ágangi. Eg kenni tað aftur frá mínum árum sum vinnulívsmaður, har eg gjørdi nøkur ting, sum vóru væl eydnað og onnur sum vóru minni væl eydnað. Tað er ikki stuttligt at verða útsettur fyri einari persónligari herferð, sum eg havi merkt seinastu 14 dagarnir. Hetta er kortini ikki tað ringasta, eg havi prøvað. Eg fór á heysin í Vági og sjálvt um mann ikki hoyrdi so nógv til tað, so merkti mann, at fólk illgittu aftan fyri ryggin á einum. Sum eg síggi tað í løtuni , so er tað ein væl rættarløgd herferð, sum er skipað í móti mær.
Frá hvørjum?
Tað veit eg ikki, tað kann verða politiskir mótstøðumenn ella menn sum ikki dáma Johan Dahl.
Hugsaði tú henda støða kundi íkoma, áðrenn tú tókst við starvinum?
Ja tað gjørdi eg. Eg føli kortini, at tað sum fyrigongur í løtuni er eitt sindur skitið, men tað má eg bara taka við, tí hetta er eisini partur av politiska spælinum. Tað er so ongantíð behagiligt at verða koyrdur gjøgnum vaskimaskinuna hjá fjølmiðlunum.
Familjan tað harðasta
Síðan Johan Dahl gjørdist landsstýrismaður hava fjølmiðlarnir gjørt vart við fleiri mál, har spurningur kann setast við leiklutin hjá nýggja landsstýrismanninum. Tað er millum annað komið fram í ljósmála, at felagið hjá Johan Dahl í Vági, Faroe Coast, skyldar Vágs kommunu 100.000 krónur.
Dimmalætting og Sjónvarp Føroya hava eisini víst á eitt bræv, har Johan Dahl skýrir sína egnu fyrisiting fyri at verða ódugnaliga. Av øðrum málum, sum hava verið frammi kunnu nevnast Kollafjord Pelagic og Nautilus, har fjølmiðlarnir eisini hava sett spurnartekin við leiklutin hjá vágbinginum.
Tað verður tutlað nógv í krókunum um, at onnur mál eru á veg, sum kunnu gerast rættiliga tyngjandi fyri Johan Dahl.
Væntar tú, at fjølmiðlarnar fara at halda á við at kanna tín persón?
Tað veit eg ikki. Tað er ringt at siga, hvat fólk vilja siga um mín persón og tí má eg bara taka tað, sum tað kemur. Eg eri ikki bangin fyri tí sum kemur framm, tí eg havi einki at goyma. Tað, sum higartil hevur verið frammi, er ein tunn suppa. Tað kann væl verða, at tað heldur fram, tí eg veit ikki, hvat fjølmiðlarnir ætla, men eg vóni tit verða meira seriøsur, enn tit higartil hava verið.
Eg dugi í løtuni ikki at síggja nakað, sum skal hótta mína støðu sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Eg taki altíð eitt mál á gangin og koma fleiri, má eg bara viðgera tey so hvørt. Eg hopi bara, at Jóannes Eidesgaard og samgongan sær virðið í Johan Dahl sum fiskimálaráðharra og standa saman um meg.
Hvussu nógv skal til, áðrenn tú sigur, at nú er nóg mikið?
Eg havi smábørn, sum duga at lesa og tað er ómetaliga synd og pínifult fyri tey at síggja pápa sín á forsíðuni á bløðunum, har hann verður svínaðaður til. Tað er altíð keðiligt, tá tað gongur út yvir børnini og familjuna. Persónliga klári eg tað nokk, tí mín pínigátt er rímuliga høg og eg havi eisini verið gjøgnum nógv ting í mínum lívi. Pressan í Føroyum hevur eisini fingið ein skitnan vana at illgita alt tað, sum eitur vinna og vinnulívsmenn. Tú ert ein kúllur ella ein hálvur mafiabossur um tú vinnur nógvan pengar. Í flestum øðrum londum eru fólk errin av fólkum, sum vinna nógvar pengar. Eg haldi ikki tað er rætt at pína fólk bæði mentalt og verbalt, sum eg havi kent tað seinastu dagaranar. Eg veit ikki, hvat næstu dagarnar hava at bjóða upp á, men eg ætli at gera tað arbeiðið, sum eg eri settur at gera sum landsstýrismaður, so má mann bara taka tað súra við tí søta. Í løtuni er tað so meira súrt enn tað er søtt.
Anfinn Kallsberg varð feldur fyri at siga ósatt um sína fortíð. Ert tú bangin fyri , at fjølmiðlarnir fanga teg í tí sama?
Nei, tað geri eg ikki. Eg havi higartil ikki sagt nakað forkert, men tá tú hyggur 15 ár aftur í tíðina, kunnu tað møguliga verða ting, sum tú ikki minnist 100%, men sjálvandi fari eg at royna at siga sannleikan nú og eisini frammeftir.
Verður ikki formaður
Eftir miseydnaða løgtingsvalið hjá Sambandsflokkinum 20. januar, hava fleiri røddir verið um, at flokkurin hevur stóran tørv á at bróta upp úr nýggjum og endurnýggja seg. Dagin eftir valið tók Lisbeth L. Petersen avleiðingarnar av valúrslitinum og fór frá sum formaður í flokkinum.
Nú nógv tung tøk skulu takast fyri at endurnýggja Sambandsflokkin, má tað kennast svárt, at ein av landsstýrismonnunum hjá flokkinum javnan verður lagdur undir fyri ikki at hava reint mjøl í posanum.
Er tað tyngjandi fyri Sambandsflokkin, at Johan Dahl verður negativt lýstur í fjølmiðlunum
Nei tað burdi tað ikki, tí eg havi lagt kortini á borðið í flokkinum. Flokkurin fortaldi mær eisini, hvat eg kundi vænta sum landsstýrismaður. Mann verður jú útsettur og vendur á ranguna í hesum starvinum og eg væntaði eisini, at tað kundi henda fyri meg. Eg vóni bara, at tað fellur róð aftur yvir mín persón og at eg og Bárður (Nielsen, blðm) fara at gera eitt gott arbeiðið sum landsstýrismenn fyri Sambandsflokkin, sigur Johan Dahl
Sambandsflokkurin skal í mars mánaði halda sín árliga landsfund, har millum annað nýggjur formaður í flokkinum skal veljast. Fleiri nøvn hava verið nevnd sum møgulig evni til formanssessin
Stillar Johan Dahl upp til formann í Sambandsflokkinum?
Nei tað geri eg ikki
Takk fyri seinast
Undir samgongusamráðingum kom fram, at Fólkaflokkurin var alt annað enn fegin um, at Javnaðarflokkurinn og Sambandsflokkurin sýttu fyri at geva Anfinni Kallsberg ein landsstýrissess. Grundgevingin hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum var, at Anfinn Kallsberg var ikki skikkaður til ein landsstýrissess.
Fólkaflokkinum setti tí spurning við, um ivasama fortíðin hjá Johan Dahl á Vágs Skipasmiðju ikki eisini gjørdi hann óskikkaðan til ein landsstýrissess.
Tað helt Johan Dahl ikki, tí hann varð reinsaður í 80 ára frágreiðingin og í Skipamálunum. Eftir tilnevningina av Johan Dahl, hevur Fólkaflokkurin heldur ikki talað at valinum hjá Sambandsflokkinum.
Hvat varð sagt um tín persón undir samgongusamráðingunum?
Tað sum hendi var, at øði kom í ávísar persónur, tá Anfinn Kallsberg ikki slapp í landsstýrið. Mín persónliga meting er, at var støðan við Anfinni ikki uppi og vendi, hevði diskussiónin um mín persón heldur ikki verið. Men tað vóru ávísir persónar í einum ávísum flokki, sum gingu við einari grønari bók undir arminum(80 ára frágreiðingin, blðm). Hana havi eg lisið, so eg var klárur yvir, hvat var undir uppsigling. Talan var um eitt takk fyri seinast. Eg trúgvi ikki tað hevði nakað um mín persón ella mína dygdir at gera, men heldur var talan um taktisk spæl undir samráðingunum. Í dag hava eg og teir persónar, sum vístu á frágreiðingina, lagt tað aftur um okkum og sagt at vit hyggja fram eftir.
Viðgjørdi Sambandsflokkurin tína fortíð, tá tit valdu landsstýrismann við fiskivinnumálum?
Vit tosaðu leingi og væl um tingini. Millum annað varð náttin, tá vit brustu saman við Fólkaflokkin um mín persón, umrødd. Vit diskuteraðu eisini um aðrar persónar, tí tað er nógv sum vilja verða landsstýrismenn og komu til ta støðu, at vit atkvøddu í málinum. Tað endaði so við, at eg fekk fýra atkvøður, Kaj Leo tvær og Alfred eina. Eg legði tá alt framm, sum var um mín persón, tí eg havi onga ætlan um at goyma nakað fyri Sambandsflokkinum, tí tað gevur púrt onga meining.
Stendur allur flokkurin aftan fyri teg?
Eg tori ikki at siga, at allur flokkurin stendur aftanfyri meg, men eg tori at siga, at øll tingmanningin stendur aftan fyri meg.