Harðligur yvirgangur á gøtunum og í náttarlívinum føra nú til longri tíð handan rimarnar, enn áður, skrivar metroXpress.
Í miðal sótu fólk við harðskapsmálum 141 dagar í fongslu í 2009, ímóti 130 døgum árið fyri, vísa nýggj tøl frá Danmarks Statistik og Justitsministeriet.
Um ein hyggur longur aftur, er gongdin enn greiðari: Síðani 2001 er revsilongdin fyri harðskap økt við 34 prosentum, sum aftur svarar til 231 ár av dømdari revsing.










