Harðari revsing fyri neyðtøku og at misnýta børn

Tjóðveldi vil hava harðari revsing í Føroyum fyri neyðtøku og fyri tey, sum misnýta børn - At gera seg inn á onnur menniskju sálarliga ella kropsliga eigur tí at verða fatað sum meira revsivert enn at gera seg inn á materiellar lutir ella pengar.

Tí vil Tjóðveldi hava harðari revsing fyri neyðtøku og misnýtslu av børnum og tað hevur flokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um.

Sostatt vil flokkurin hava hesar broytingar í revsirammuni:

Fyri neyðtøku skal revsingin hækka 6 upp í 8 ár.

Fyri neyðtøku av serliga hættisligum slagi úr 10 í 12 ár.

Fyri samlegu við barn, yngri enn 15 ár, úr 6 í 8 ár.

Fyri samlegu við barn, yngri enn 15 ár, og undir tyngjandi umstøðum úr 10 í 12 ár.

Sostatt skulu revsingarnar í miðal harðnað eini tvey ár, men tað verður altið ein meting í hvørjum einstøkum føri

Flokkurin vísir á, at Løgtingið eigur at senda tað politiska signalið út til samfelagið, at neyðtøka og kynslig misnýtsla av børnum eru álvarsmál, sum verða tikin í størsta álvara, og at vit ikki á nakran hátt finna okkum í hesum .

Sum støðan er nú, er revsingin linari í Føroyum enn í Danmark fyri hesi brotsverk.