Harðari revsing fyri harðskap

Revsingin fyri neyðtøku og harðskap er herd nógv í Danmark tey bæði seinastu árini, og tað sama er galdandi fyri fólk, sum verða funnin sek í at hava misnýtt børn, skrivar Berlingske Tidende.

Blaðið vísir til eina uppgerð hjá løgmálaráðnum. Har stendur, at fyri trimum árum síðani fingu fólk í meðal eitt árs fongsul fyri óviljað manndráp, men at í fjør var tann vanliga revsingin tvey ár. Í 2001 fingu fólk, sum høvdu misnýtt børn, vanliga eitt árs fongsul. Í fjør var revsingin í meðal trý ár handan rimarnar. Tá talan er um neyðtøku, er gongdin tann sama. Ein treytaleysur dómur fyri neyðtøku var í 2001 15 mánaðir í fongsli, men í fjør var hann 20 mánaðir.

Lone Espersen, løgmálaráðharri, lovaði fyri tveimum árum síðani, at løgmálaráðið fór at gera sítt til at herða revsingina fyri grov brotsverk, og hesum hava dómararnir fylgt.