Skip, sum koyra olju í havið, skulu hava harðari revsing enn nú. Tað hava ES-londini sett sær sum mál.
Men Grikkaland, Kýpros og Malta berjast við hond og fót ímóti ætlanini, og stjórnin í Letlandi hevur eisini boðað frá, at hon er ikki serliga fegin um at herða revsingina. Uppskotið, sum løgmálaráðharrarnir skulu taka støðu til, sigur, at skip, sum koyra olju í havið, skulu fáa upp í 11 milliónir krónur í bót, og at reiðari og manning kunnu fáa upp í tíggju ára fongsul fyri serliga álvarssama dálking.
Í Danmark og Svøríki hava myndugleikarnir leingi kravt at fáa heimild til at nokta gomlum og útslitnum tangaskipum at sigla ígjøgnum tey donsku sundini, men hetta er ikki við í uppskotinum hjá ES, sigur danska útvarpið.