Russiska tjóðartingið samtykti í dag eina lóg, sum herðir revsingina til fólk, sum taka lut í mótmælistiltøkum, samstundis sum myndugleikarnir fáa rúmari heimild til at tulka, nær talan er um mótmælistiltøk. Vladimir Putin, forseti, hevur frammanundan boðað frá, at hann tekur undir við lógarbroytingini, og at hann fer at staðfesta hana. Men í andstøðuni eru tey alt annað enn fegin um broytingarnar.
-Lógarbroytingarnar eru ein spegilsmynd av, hvussu stjórnin ræðist sítt egna fólk. Vit vita øll, at hetta fer at enda við blóði, fátækradømi og uppreistri, sigur andstøðumaðurin Gennady Gudkov.
Russiskir mannarættindafelagsskapir hava sagt, at broytingarnar eru í stríð við russisku stýrisskipanina og tann lógarfesta rættin hjá fólki at koma saman.










