Sum siðvenja er, er føroyska fótbóltslandsliðið á venjingarlegu í Spania í februar mánað. Hópurin fór til Spania sunnudagin, og komandi sunnudag gongur leiðin so heim aftur til Føroyar. 20 mans eru við á ferðini, og nógvir av teimum eru við í landsliðshópinum fyri fyrstu ferð.
Eingir skaðar
Landsliðið vandi longu sama dag, sum komið var til La Manga, vandi føroyski landsliðshópurin fyrstu ferð, og síðani hevur verið vant tvær ferðir dagliga. Tá ið vit fingu fatur á Henrik Larsen umvegis fartelefon úr Spania á miðdegi mikudagin, høvdu teir júst verið til eina venjing, og sum eitt eindømi høvdu spælararnir frí aftan á døgurða mikudagin.
Í dag eru so aftur tvær venjingar á skránni, og fríggjadagin er einasti venjingardysturin á ferðini á skránni. Mótstøðuliðið fríggjadagin verður norska tippeligaliðið, HamKam, sum hevur navnframa fyrrverandi norska landsliðsleikaran, Ståle Solbakken, sum venjara. HamKam er við til at mynda toppin í norskum fótbólti, og Henrik Larsen sigur seg vænta ein harðan dyst hjá ungu føroysku landsliðsmanningini.
Tá ið landsliðið hevur verið á venjingarlegu so tíðliga á árinum, hevur tað ofta verið ein trupulleiki, at fleiri av spælarunum hava fingið onkrar skaðar orsaka av hørðu venjingarskránni, men soleiðis hevur ikki verið í ár.
- Eg má siga, at tað hevur verið sera hugaligt í ár. Tað er ikki ein spælari, sum hevur lopið eina venjing um, tí at hann ikki hevur verið førur fyri at vant, og tað er ógvuliga gleðiligt, sigur Henrik Larsen.
Allir standa seg væl
Í sambandi við venjingarleguna í ár valdi føroyski landsliðsvenjarin at úttaka nógvar ungar og í landsliðshøpi óroyndar spælarar, so at hann fær møguleika fyri at síggja, um teir eru førir fyri at fylgja við, tá ið vant verður fleiri ferðir um dagin fleiri dagar á rað.
- Allir hava staðið seg sera væl, og tað er eingin, sum ikki hevur megnað at fylgt við. Sjálvt um vit hava vant hart, so hava allir liva upp til tað, ið vit kunnu vænta av teimum, og eg eri rættuliga spentur upp á, hvussu teir fara at standa seg í venjingardystinum fríggjadagin, sigur Henrik Larsen. Dysturin móti HamKam verður fríggjadagin klokkan ellivu fyrrapartin føroyska tíð.
Sum nakað nýtt er ein málmansvenjari við á venjingarleguni hesaferð. Talan er um Jens Martin Knudsen, sum á ferðini virkar sum málmansvenjari og ikki sum leikari. Málverjar á ferðini eru teir báðir Bárður Johannesen úr HB og Tórður Thomsen úr NSÍ. Henrik Larsen sigur seg fegnast um, at ein málmansvenjari er við á ferðini, tí tað er ofta ein mangulvøra á landsliðnum at málverjarnir fáa serliga málmansvenjing. Hann sigur eisini, at tað er gleðiligt, at okkurt av føroysku feløgunum nú eisini hava sett sín egna málmansvenjara.