TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kjartan Johansen, sum skoraði tvey mál ímóti Ungarn, tá føroyska U21 landsliðið í HM-dysti ímóti Ungarn tapti 23-32 (12-18).
Kjartan Johansen heldur, at ungarska liðið slapp at takla hart, og teir tóku av. Hann heldur ikki, at Ungarn spælir eins væl og Noreg og Týskland, men teir eru tungir og sterkir, og tað sluppu teir væl og virðiliga at brúka ímóti Føroyum.
Nú gleðir Kjartan Johansen seg til áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi, sum verður spæld mikudagin klokkan 14.









