- Føroya Fiskimannafelag hevur seinastu árini vunnið fleiri týdningarmiklar sigrar, men harðar orrustur hómast eisini fyri framman, serliga tá tað snýr seg um at standa ímóti royndunum hjá summum reiðarum at býta organiseraðar føroyskar fiskimenn út við bíliga, útlendska arbeiðsmegi.
Tað legði fiskimannafelagsformaðurin, Jan Højgaard, dent á í síni formansfrágreiðing á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag, sum byrjaði í morgun og er ikki liðugur enn.
Formaðurin vísti á dømi, har reiðarar hava roynt at syndra samstarvið og samanhaldið millum manningarfeløgini til tess at loyva útlendskari arbeiðsmegi umborð á skipini gjøgnum bakdyrnar.
- Men felagið hevur megnað at staðið ímóti hesum spjaðingarroyndum við at seta hart ímóti hørðum, og tað fara vit framhaldandi at gera. Fiskimannafelagið fer eisini fram eftir - uttan drál og við allari tess megi - at berjast móti øllum royndum at kollrenna felagið og sleppa uttan um galdandi avtalur og sáttmálar, segði Jan Højgaard.
Formaðurin vísti á, at gongdin við bíligari útlendskari arbeiðsmegi hevur fingið fótafesti á evropeiska meginlandinum, har fakfelagsrørslan ikki hevur reagerað nóg skjótt og víst neyðuga samanhaldið. Tí legði formaðurin stóran dent á limaskapin í Samtak.
- Tað er púra vist, at teir heilt stóru bardagarnir, har týdningurin av skipaðum samanhaldi millum fakfeløgini av álvara fer at koma til sjóndar, liggja fyri framman, segði felagsformaðurin.
Henda formansfrágreiðingin var hin seinasta hjá Jan Højgaard í hesi foranssetuni. Formansval er í Fiskimannafelagnum, har limirnir kunnu atkvøða til og við 30. januar.
Jan Højgaard, sum býr á Toftum, stillar upp aftur og hevur hesa ferð tvey mótvalevni, Sakaris Zachariasen, búsitandi í Skálavík og Grímur Hammer, búsitandi á Eiði.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag verður valdur fyri trý ár í senn.










