Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan og fyllist, meðan eitt brúgvalag haðani, við regni, vátaslettingi og kava, sum liggur í ein útnyrðing úr Føroyum, fer í ein sunnan. Sunnan fyri brúgvalagið streymar køld og óstøðug luft við ælaveðri inn yvir oyggjarnar av útsynningi. Fríggjadagin fer eitt djúpt lágtrýst framvið Skotlandi úr útsynningi og um vikuskiftið mennist eitt hátrýst yvir Íslandi. Hetta førir sum frá líður til ein rák við kaldari luft og vetrarælum av norðri yvir Føroyum.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein vestan, seinni landsynning. Samdrigið og ælaveður, í støðum vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin veksur í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, møguliga sum vátaslettingur og hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Skýggjað og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 4 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s, og harðar hvirlur. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella vátaslettingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina sum frá líður samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum út á seinnapartin makar í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina av útnyrðingi. Sólglottar, men vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina verður skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Týsdagin
Hann veksur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á dagin avfall, fyrst sum vátaslettingur ella kavi, men fer skjótt yvir í regn. Hitin millum 3 og 8 hitastig.