Eitt lágtrýstsøki liggur næstu dagarnar mest sum í stað millum Skotland og Ísland. Hetta gevur okkum í Føroyum eitt rák av lýggjari luft av landsynningi og suðri, við regni ella ælaveðri.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 7 til 12 m/s, seinnapartin veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í kvøld upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl, men í nátt fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av eystri og landsynningi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum, men út á dagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 6 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl og kanska onkur sólglotti. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av eystri og suðri, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, eitt skifti øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.










