Óhappini hjá Atlantsflog halda áfram

Atlantsflog er í einum óndum sirkli í løtuni. Tað kunnu øll skjótt koma ásamt um, og nú er enn eitt óhapp komið undan kavi. Flogfarið sum fleyg landsliðið til Fraklands skuldi til eina tekniska gjøgnumgongd, men kleyvarskapur frá Swisss Air hevði við sær, at næsahjólið á flogfarinum bognaði, so flogfarið nú er úti í 5 vikur


 
Óhappini tykjast ongan enda at taka hjá Atlantsflog. Flapsir, trygdarlendingar, ein lúka sum ikki vil aftur og so ein flogvanlukka. Hetta átti at verið nóg mikið, men nú er so enn eitt óhapp komið undan kavi. Eitt óhapp, sum Atlantsflog als ikki eigur nakra sum helst orsøk í. Men teir eiga flogfarið, sum í Basel fekk boygt stellið kring næsahjólið, og tí ikki flýgur aftur næstu fimm vikurnar.
 
Óndur sirkul
Flogfarið fleyg fótbóltslandsliðið til Fraklands, og har var ein teknisk gjøgnumgongd av flogfarinum planløgd. Hesum skuldi Swiss Air taka sær av, og menn frá teimum fóru eisini undir at gera hetta arbeiðið.
Teir komu tó ikki langt, tí kleyvarskapur frá teirra síðu hevði við sær, at næsahjólið bognaði og alt stellið kring hjólið tí má skiftast.
 Flogfarið skuldi flytast inn í hangarin, og ein trukkur ger fast um næsahjólið soleiðis at hann kann toga flogfarið inn. Men tey frá Swiss Air gloyma at loysa bremsurnar, og tí bognar stellið kring hjólið og strukturin rundan um fær skaða, greiðir nevndarformaðurin hjá Atlantsflog, Kristian Andreassen, frá um óhappið, sum eisini sigur, at tað ljóðar sum reinur kleyvarskapur frá Swiss Air, at hetta hendi.
 Hetta er ein umfatandi umvæling tí alt kring næsahjólið skal skiftast út, og tað kann skjótt taka fimm vikur, sigur Kristian Andreassen, sum ásannar, at hatta bert er ein partur av tí røð av óhappum, sum raka Atlantic Airways í løtuni.
 
Gott samstarv við Swiss Air
Kristian Andreassen vísir annars á, at Atlantic Airways hevur eitt sera gott samstarv við Swiss Air.
 Vit hava eitt ógvuliga gott samstarv við Swiss Air og tað er als ikki óvanligt, at teir gera uppgávur fyri okkum.
 Vit keyptu eisini eitt flogfar frá teimum í fjør. Okkara RJ100 er eitt flogfar, ið teir hava átt, sigur Kristian Andreassen, sum leggur eina við, at onki fólk hjá Atlantsflog var hjá, tá óhappið fór fram.
 Hetta er bara ein partur av teimum óhappum, sum raka okkum í løtuni, sigur Kristian Andreassen, nevndarformaður í Atlantic Airways.