Nýggj granskingarúrslit benda á, at happing er ein størri trupulleiki á arbeiðsplássum enn kynsligur ágangur Kanadiskiar granskarar hava kannað úrslitini av ymsum verkætlanunum seinastu 21 árini, og teir staðfesta, at happingin ofta hevur drúgvari avleiðingar.
- Kynsligur ágangur verður í minni mun góðtikið, og tí er hetta eitt øki, har nógvir samfelagsbólkar ofta royna at hjálpa. Hinvegin er happing ikki beinleiðis ólógliigt, og tí er sjáldan nøkur hjálp at fáa hjá teimum, sum verða rakt av hesum, sigur Sandy Hershcovics frá University of Manitoba.
Og happing er veruliga eitt fyribrigdi, sum er sera væl kent. Epn.dk skrivar, at sambært donskum kanningum hevur 12. hvør arbeiðstakari upplivað happing á arbeiðsplássinum seinastu 12 mánaðirnar. Í flestu førunum er talan um happing frá starvsfeløgum, men happing frá leiðsluni er heldur ikki ókent. Um tvey prosent av donsku arbeiðstakarunum verða happað fleiri ferðir um vikuna, verur sagt.
Kanadisku kanningarnar vísa, at ofta gevast fólk á arbeiðsplássinum orsakað av happing. Bæði tí starvsfólkini tá eru minni nøgd um arbeiðsplássið, men eisini tí tey upplivdu meira stress og angist.