Happing og Nólsoyar-Páll

Størsti spilliklútur og vittuggi, sum Føroyar hava fostrað í nýggjari tíð, man vera Nólsoyar-Páll. Hóast ungur á aldri tá hann gekk burtur millum Ongland og Føroyar, setti hann sær sjálvum minnisvarða í føroysku søguni. Og standmynd fekk hann. Reist av fávitskutum og góðtrúnum fólki. Títt og tíðum hevur hann av røttum verðið skuldsettur fyri líkt og ólíkt av okkara dugnaligu søgufrøðingum

Horikallur varð hann sagdur at vera. Og víst fjeppaðust konufólkini uppi í honum, hóast hann ikki sá so nógv út fyri verðini. Ikki sum standmyndin í Vágsbotni, høgur og mjáur, men lágur og breiðvaksin. Hansara evnir at lumpa og lirka munu tó so ríkiliga hava vigað upp ímóti tí, at vera nakað køggutur. Kvinnutokka hevði hann í hvussu so er.

Kráddari var hann av teimum heilt stóru. Hann kramaði inn undir seg tað, hann kundi koma at. Við svikabrøgdum og snildum. Gírigur var hann sjálvandi eisini.

At taka sær óuppibornan heiður smæddist hann heldur ikki fyri. Tá “Sally et Polly” fór á land í Hvalba varð hon sleipað til Vágs, bleiv umvæld og varð til “Royndina fríðu”. Nólsoyar-Páll tók sær heiðurin av at hava smíðað nýtt skip. Fyrsta í nýggjari tíð, sum var ført fyri at sigla millum lond.

Og so var hann lógbrótari og smuglari av teimum heilt ringu. Sjálvandi skuldi Royndin brúkast til loynihandil. Tað við fiskiskapinum var tað bera skálkaskjól.

Men tað ringasta av øllum við Nólsoyar-Pálli var, at hann skaraði framúr í at happa. Her kom hansara brekaða mura rættuliga til sín rætt. Sambært professara á Fróðskaparsetrinum, sum hevur kannað málið, var hann ein meistari í at happa, og hevur lært so væl frá sær, at vit enn í dag eru offur fyri hansara óndsinnaðu herferð. Tað er av hansara ávum at tað føroyska samfelagið í dag er eitt satt happarasamfelag.

Latum okkum halda uppat at happa og speireka fávitskuna og heimføðisligheitina. Latum okkum bannlýsa satiru og spottan og heldur vera fitt og elskilig hvør við annan. Latum okkum klemmast og mussast. Tó ikki maður og maður ella kvinna og kvinna.