Í dag løgdu Olga Biskupstø, cand.comm, Katrin av Kák, cand.mag og cand.ped.psyk, og Erla Olsen, ph.d., lektari í lívfrøði og náttúrulærufrøði, fram úrslit í Mentamálaráðnum av stórari kanning, ið tær hava gjørt millum fólkaskúlanæmingar í Føroyum.
Kanningin er eitt framhald av kanningum, ið vórðu gjørdar í 2007 og 2015. Úrslitini vísa, at happing fer fram bæði í flokshølunum, í fríkorterinum og uttanfyri skúlan. Happingin fer eisini fram á internetinum, í fartelefonini, í skiftirúminum, á vesinum, í ungdómshúsinum, á vøllinum og aðrastaðni.
Tilsamans vóru 2020 næmingar, ið svaraðu. Tað svarar til 89,5 prosent av øllum næmingunum í 5., 7. og 9. flokkunum kring landið. Tilsamans 33 spurningar vórðu svaraðir, harav fýra, ið næmingarnir kundu svara frítt. Spurningarnir vórðu svaraðir teldutøkt, og kvantitativt háttalag varð nýtt.
Tær tríggjar vístu á, at gongdin fer rætta vegin, men at enn er nógv at arbeiða við.
10 tilmæli
Niðurstøðan er, at arbeiðið at fyribyrgja og steðga happing, støðugt skal halda fram, tí happing fæst bert til lívs við at arbeiða skipað við øllum umhvørvinum og pørtunum í skúlanum í skipaðum samstarvi.
Bólkurin hevur tíggju tilmæli, sum mælt verður at arbeiða víðari við. Tilmælini eru hesi:
- Trivnaðarætlanin í skúlunum skal hava eina serskilda anti-happi ætlan.
- Fríkorterini skulu endurhugsast, soleiðis at størri tryggleiki kemur inn í óformligu skúlatíðina.
- Næmingaráð skulu stovnast í øllum skúlum.
- Serstøk námsætlan fyri trivnað skal gerast.
- Trivnaðarvegleiðari skal setast í Nám.
- Læringsumhvørvið og sálarliga heilsan hjá øllum í skúlanum skal raðfestast.
- Anti-happingardagur verður á hvørjum ári tann 4. mai.
- Skúlarnir skulu arbeiða eftir vitanarfróðaleistinum við happing í nakrar vikur av skúlaárinum.
- Kunningartilfar um happing skal gerast, sum vendir sær bæði til næmingar og foreldur.
- Trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári saman við landsroyndunum.