Happing millum tey vaksnu

Tønnes Mikkelsen
438 Langasandur

Seinastu tíðina eru roykjarar farnir at hosta uppaftur meira. Ikki av tubbakinum, men av forkølilsi, forvoldað av tvungna uttanduralivinum. Roykjarar hava fingið negativa serviðgerð, heldur Tønnes Mikkelsen


Kjakið um markið fyri tali- og skrivifrælsi, framprovokerað av rock-bólkinum 200, fekk størri breidd, tá ein av Harrans hirðum yvirhálaði høgra um. Síðani kom ein listamaður og gav kjakinum størri perspektiv  sprongdi kjak-karmin tos-skriv við at leggja list aftrat.
Skuldi ein listamaður fyri 50 árum síðani gjørt ein lítlan fittan figur av mr. Føroyum, tilætlað turistum, høvdu vit sæð ein veðurbardan fiskimann við keppi og sigaret-stubba í kjaftinum. At roykja var ein góður gamalur føroyskur siður, sum við einum pennastroki hálv-kriminaliseraðist.
Hvat verður tað næsta? Sjálvandi at taka hond um tey feitu og yvirvektigu. At síggja feit fólk er deprimerandi fyri normal-vektig, sálarliga niðurbrótandi. Tey feitu stytta teirra egna lív og belasta okkara sjúkrahúskerv so nógv, nógv meira enn ein borgari við ideal-vekt.
Tí hoyrir tað onga staðni heima, at handlar lýsa við at 2 kg. av sukur fáat fyri 8 kr. Ella at bakaríum er loyvt at stilla út leskiligar kaloriubumbur og freista veikar sálir.
Ótólmaða kaloriunýtslan er størsta hóttanin móti fólkaheilsuni og skattaborgaranum. Løgtingið eigur at banna køkuetan í almenna rúminum.
Eitt annað problem er javnstøðulógin.
Hví skulu allir almennir stovnar hava hvør síni ves til menn og kvinnur? Hvat er argumentið fyri at oyðsla við skattaborgarans peningi? Høvdu ymisk ves til kvinnur og menn so verið góður gamalur føroyskur siður  men hetta er jú ikki tilfeldið. Løgtingið átti at sett ein bólk av sálarfrøðingar at útgreina, hvat fyri lívsvirði, hvat fyri kvinnusýn og mannasýn liggja fjald handan apartheitvespolitikkin.