Dugdu vit betur at fyribyrgja happing, hevði samfelagið spart eina rúgvu av pengum. Tað heldur Dan Olweus, norskur professari í sálarfrøði.
- Svenskir búskaparfrøðingar hava roknað út, at bara ein happari ella ein, sum verður happaður, kostar samfelagnum umleið 12 milliónir krónur í útreiðslum; hesar útreiðslurnar eru býttar út á rættarskipanina, sosialar tænastur, heilsuverkið og mistar skattainntøkur, sigur hann við norska sjónvarpið NTB.
Slíkar útrokningar eru ikki framdar aðrastaðni, men Dan Olweus heldur, at útreiðslurnar eru eins stórar í øðrum londum.