Happing kann føra til sjálvmorð

- Happing er helst hin størsta spillan, sum kann vera umborð á skipi, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

- Happing er helst hin størsta spillan, sum kann vera umborð á skipi, og í ringasta føri kann ágangurin kennast so øgili­gur, at menn gera av við seg.

 

Tað sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, í nýggjastu útgávuni av felagsblaðnum, Mið & Magn.

 

- Eingin ivi skal vera um, at tað er skip­arin, sum hevur evstu ábyrgd um­borð, og tískil hevur hann eisini ábyrgd fyri, at umstøðurnar umborð eru liviligar. Hann skal syrgja fyri at leggja uppí, um hann er varugur við, at fólk umborð er fyri happing.

 

Í sjólógini - § 11, 3 - stendur beinleiðis, at sjófólk, sum verður illa viðfarið um­borð, hevur rætt at krevja at sleppa av, um skiparin hevur verið vitandi um ágangin, men einki hevur gjørt.

 

Umframt at vera skipari og hava ábyrgdina av vanligu gongdini um­borð, eigur skiparin eisini at ganga á odda at tryggja manningini vælferð, tryggleika og trivnað.

 

- Sjálvur havi eg sum skipari ofta havt gleði av amboðunum, eg fekk, tá eg tók eitt 14 mánaðar skeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Millum annað, tá ein maður einaferð longdist so illa, at hann í fullum álvara vildi hava meg at senda boð eftir tyrluni at koma út á Lucy Banka eftir sær.

 

Og Anfinnur Garðalíð heldur fram:

 

- Ella, tá ein ungur maður var vorðin sera tungur í huga og hevði brúk fyri at fáa eitt prát, tí hann hevði frætt, at unnustan heima ætlaði sær í býin saman við nøkrum mannligum vinum.

 

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at tað er í slíkum førum, at tað ikki er nóg mikið, at ein skipari dugir væl at sigla og stýra arbeiðnum umborð.

 

- Hann skal eisini duga at fara við fólki, at kenna og virða hvønn einstakan av manningini og altíð vera til reiðar at lurta og royna seg sum sálarhirða.

 

Anfinnur Garðalíð sigur, at tá ræður um happing, skal skiparin læra seg at hoyra tað ósagda og síggja tað fjalda, tí fólk, ið verða happað, ganga ofta við tí inni í sær sjálvum uttan at biðja um hjálp.