Ein 50 ára gamal maður hevur eftir øllum at døma skotið tveir dreingir við høglbyrsu. Dreingirnir hava í langa tíð happað 19 ára gamla og brekaða sonin hjá manninum Síðstu nátt tók ein 50 ára gamal maður í Svøríki eitt mál um happing av 19 ára gamla brekaða syni sínum í egnar hendur. Hetta hevði sera álvarsligar avleiðingar við sær. Ein 15 ára gamal drongur læt lív av skotum úr høglbyrsu, og ein 16 ára gamal er álvarsliga særdur.
Syndarliga hendingin fór fram á einum garði í Karlskrona-leiðini í Svøríki.
Tað er svenska tíðindastovan TT, sum ber tíðindini.
Løgreglan hevur tikið ein 50 ára gamal mann í sambandi við tilburðin, og hesin er nú mistonktur í málinum. Tað var ein í familjuni hjá tí handtikna, sum boðaði frá tilburðinum í nátt.
Sambært TT, hevur tann 50 ára gamli latið løgregluni høglbyrsuna.
Motivið til hendingina, siga fólk í økinum vera, at ungdómar í langa tíð hava happað tann 19 ára gamla og brekaða sonin hjá tí 50 ára gamla.
- Her hevur verið eitt øgiligt ?spetakkel? við tveimum dreingjum, sum hava happað og oyðilagt ting hjá tí brekaða. Øll vita, hvørjir dreingirnir eru. Familjan hevur ikki kunnað havt ein postkassa - uttan, at hann er vorðin oyðilagdur, sigur eitt vitni við TT.
Sambært vitninum, hevur happingin gingið fyri seg leingi, og løgreglan hevur verið íblandað, men hetta hevur ikki hjálpt.
Svenska løgreglan leitar nú eftir øðrum ungdómum, sum vóru vitni til sorgarleikin í Svøríki í nátt.