Hendingin fór fram á leiðini við Karlskrona seinasta vikuskiftið.
Sum skilst, hava dreingirnir happað 19 ára gamla og brekaða sonin hjá tí 50 ára gamla.
Hetta fekk sera álvarsligar avleiðingar. Ein 15 ára gamal drongur læt lív av skotum úr høglbyrsu, og ein 16 ára gamal er álvarsliga særdur.
Tað er svenska tíðindastovan TT, sum bar tíðindini.
Løgreglan hevur tikið ein 50 ára gamal mann í sambandi við tilburðin, og hesin er nú mistonktur í málinum. Tað var ein í familjuni hjá tí handtikna, sum boðaði frá tilburðinum.
Sambært TT, læt tann 50 ára gamli løgregluni høglbyrsuna.
Motivið til hendingina, siga fólk í økinum vera, at ungdómar í langa tíð hava happað tann 19 ára gamla og brekaða sonin hjá tí 50 ára gamla.
- Her hevur verið eitt øgiligt ”spetakkel” við tveimum dreingjum, sum hava happað og oyðilagt ting hjá tí brekaða. Øll vita, hvørjir dreingirnir eru. Familjan hevur ikki kunnað havt ein postkassa - uttan, at hann er vorðin oyðilagdur. Happingin hevur gingið fyri seg í langa tíð, sigur vitnið.
Svenska løgreglan leitar nú eftir øðrum ungdómum, sum vóru vitni til sorgarleikin í Svøríki. (-vilmund)