Happing er verri nú enn hon nakrantíð hevur verið

– Tað hevur ongantíð verið so ringt við happing sum nú, sigur Henrik Old, Men sjálvur er hann karvandi líkaglaður

– Ein skuldi ikki trúð, at happing var ein stórur trupulleiki í Føroyum í dag. Men tað mugu vit ásanna at tað er.

 

Tað førdi Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fram á tingsins røðarapalli í gjár.

 

Sonja J. Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta forboð fyri, at mismunur verður gjørdur á starvsfólki og í gjár varð málið til viðgerar í Løgtinginum.

 

Og tað høvið brúkti Henrik Old til at finnast hvassliga at teirri kjakmentan, sum er í Føroyum, og sum hann í nógvum førum ikki kann kallast annað enn happing.

 

Tann, sum lesur, tað ið fólk skriva um onnur, má undrast stórliga. Tað er merkiligt, at fólk í einum framkomnum samfelagi, sum tí føroyska, kunnu finna upp á at skriva soleiðis, sum tey gera, um onnur fólk, segði Henrik Old,

 

– At bløðini bannaðu dulnevndum lesarabrøvum, hevur verið eitt bakkast hjá teimum, sum høvdu til ítriv at spilla fólk út, helt landsstýrismaðurin.

 

Men nú hava tey so fingið internetið at føra seg fram á ístaðin.

 

Henrik Old hevur tikið tað til eftirtektar, sum gamli løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Jørgen Thomsen, prentaði niður hinar løgtingsmenninir hjá flokkinum. Og lærusetningurin hjá Jørgeni Thomsen var, at tann, sum skrivaði nakað um kvøldið, skuldi altíð lata tað liggja til morgunin eftir, og so lesa tað einaferð afturat.

 

– Síðani havi eg mangan hugsað um vísdómin í hesum. Og eg havi roynt tað fleiri ferðir, men úrslitið er hvørja ferð, at um morgunin verður helvtin strikað aftur av tí, eg skrivaði áðrenn eg legði meg, legði hann afturat.  

 

– Men nú eru vit í eini tíð, har fólk eru ómetaliga skjót á internetið við sínum viðmerkingum, og tær eru verri enn so altíð um málið, men um persónin, sum hevur sagt, ella skrivað, okkurt.

 

Sjálvur er Henrik Old karvandi líkaglaður hóast hann verður álopin persónliga, tí hann sigur, at hann sovnar akkurát líka gott fyri tað. Men hann kann saktans ímynda sær, at nógv fáa trupulleikar av tí.

 

– Tað verður mangan sagt, at tað var nógv verri við happing fyrr í tíðini. Men tað ivist eg í, tí eftir mínum tykki er tað verri nú enn nakrantíð. Meiri vit ganga í skúla, og betur, vit skulu eitast at vera upplýst, verri eru vit at happa, heldur hann.

 

– Tað kunnu vera púra vanlig fólk, sum greiða einum fjølmiðli frá um okkurt púra meinaleyst, hvussu eplagrøðin var, ella hvussu slaktið royndust. Men viðmerkingarnar, tey fáa oman yvir seg aftan á, kunnu vera so óhugnaligar, at tað er ótrúligt at fólk yvirhøvur kunnu finna upp á slíkt, hartar landsstýrismaðurin tey, sum ikki duga sær hógv í orð og tal. 

 

– Men eg kann eisini taka synd ið fólki, sum kunnu finna upp á at bera seg soleiðis at ímóti øðrum, legði hann afturat.