42 ára gamli leirvíkingurin Hávard Vatnhamar flutti sum 14 ára gamal til Danmarkar við familju síni at búgva í 1990. Havið lokkaði – eins og tað gjørdi bæði pápa og beiggja hansara – og hann hevði ein dreym um eitt lív á sjónum. Soleiðis varð tó ikki, tí ein lagnudag í 1992 varð Hávard skaddur, tá hann var farin út við báti at fiska við beiggja sínum.
Hann var bert 16 ára gamal, tá hann og beiggin og tveir aðrir menn vóru farnir út við báti útfrá Thyborøn í Jútlandi í Danmark. Hávard stóð á dekkinum, tá hann fekk hondina í klemmu í spælið á bátinum
–Við óhappinum vórðu dreymarnir um tað lívið, ið eg vónandi, at eg fór at hava, eisini skerdir, sigur Hávard Vatnhamar, sum misti høgra armin í vanlukku á sjónum sum 16 ára gamal. Nú venur hann fram til Paralympisku leikirnir í Tokyo í 2020, har hann vil umboða Føroyar.
Samrøðan við Hávard um lívið, lagnu og ítróttin er at lesa í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin.