Óhappið í Meksikoflógvanum kann fáa avleiðingar í Grønlandi

Tann stóra oljudálkingin í Meksikoflógvanum kann fáa avleiðingar fyri ætlanina um eitt oljuævintýr í Grønlandi, skrivar Jyllands-Posturin.

-Óhappið har hevur avdúkað ein trupulleika, sum vit ikki høvdu ímyndað okkum, og tí mugu vit tosa við serfrøðingar hjá orku- og veðurlagsráðnum sum skjótast. Hevði hetta hent í Grønlandi, høvdu avleiðingarnar verið ómetaligar, sigur umhvørvisframsøgumaðurin hjá Vinstra, Eyvind Vesselbo, við blaðið.

Danska felagið Dong Energy er eitt av teimum oljufeløgunum, sum hava fingið loyvi til at bora eftir olju á grønlendska landgrunninum. Leitistjórin hjá felagnum, Søren Gath Hansen, sigur, at felagið hevur fingið loyvi til at bora á í mesta lagi 1.000 metra dýpi, og at óhappið hjá BP í Meksikoflógvanum hendi á 1.500 metra dýpi.

-Tað er ein gáta, at tað kundi ganga so illa. Skuldi tað víst seg, at einki mistak er gjørt har, verða vit noydd at endurskoða alla okkara verkætlan í Grønlandi, sigur Søren Gath Hansen við Jyllands-Postin.