Óhappið hendi av leti

Ein lastbilaførari noyðist helst í rættin, tí hann ikki festi bingjuna, sum koppaði av lastbili hansara sunnudagin

Tað eru ikki mjúk orð, sum politiið í Havn hevur at siga um eitt ferðsluóhapp við Hoyvíksvegin í Havn stutt fyri middag sunnudagin.
Ein lastbilur viðfestisvogni og bingju omaná snaraði av ringvegnum inn á Hoyvíksvegin. Í tí hann snaraði, koppaði bingjan av viðfestivogninum og endaði við at liggja á gongubreytini. Í ferðini koppaði hann eisini einum lyktasteyra.
- Vit hava sæð slík óhapp áður, og óhappini stavast tí reina leti, sigur politiið.
Sipað verður til, at bingjan ikki varð fastspent. Hon eigur at verða spent við fýra hektum, og tað tekur ikki langa tíð at gera.
Bilførarin varheppin, at eingi fólk gingu á gongubreytini beint nú. Hevði bingjan rakt fólk, vórðu tey ikki komin frá óhappinum við lívinum.
Bilførarin verður skuldsettur fyri brot á ferðslulógina við ikki at hava tryggjað bingjuna. Í líknandi óhappum hevur revsingin verið antin treytaleys ella treytað frádøming av koyrikortinum.