Tveir japanskir menn skulu nú gjalda tilsamans 37 miljónir yen - ella umleið 2,2 miljónir krónur - í endurgjaldi fyri at hava happað ein floksfelaga, tá teir vóru 13 ára gamlir.
- Happingin førdi nevniliga til ta vanlagnu, at hin 13 ára gamli tók lívið av sær, skrivar ensktmælta ávísin, The Japan Times, sum eisini eigur viðheftu mynd.
Drongurin, sum varð happaður av sínum floksfeløgum, doyði fyri egnari hond í 2011, og tað vóru foreldur hansara, sum løgdu sak móti lokalu myndugleikunum og trimum floksfeløgum.
Tá dómur varð sagdur í rættinum í Otsu í gjár, vórðu tveir av happarunum dømdir av gjalda tilsamans 37 miljónir yen í skaðaendurgjaldi.
Hetta svarar til umleið 2,2 miljónir krónur í okkara peningi. Hin triðji, sum eisini varð saksøktur í málinum, varð fríkendur fyri ákærurnar.
- Høvuðsorsøkin til, at drongurin doyði fyri egnari hond, eru hendingarnar, sum fyrrverandi floksfelagar hansara framdu ímóti honum, staðfesti dómarin í rættinum í Otsu, Shigeyasu Nishioka.
Lokalu myndugleikarnir í Otsu gjørdu í 2015 semju við foreldrini at dreinginum, tá myndugleikarnir gingu við til at gjalda 13 miljónir yen - ella umleið 770.000 krónur - og góvu foreldrunum eina almenna umbering.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í Japan, og tað hevur eisini ført til eina lóg, sum kom í 2013 um at fyribyrgja happing í japanskum skúlum.










