1 Jonathan Stuart Leibowitz, sum er hansara fulla navn, vaks upp í einari jødiskari familju í New York. Tá hann var 11 ára gamal, fóru foreldrini frá hvørjum øðrum, og Jon hevur ikki havt samband við pápa sín síðani.
2 Jon Stewart sigur, at hann var illa happaður í skúlanum fyri at verða jødiskur drongur. Men tá hann tók prógv á Lawrence High School var hann valdur sum tann stuttligasti næmingurin á skúlanum.
3 Hann møtti konu sínari á einari sonevndari “blind date”. Fýra ár seinni, í 2000, giftust Jon Stewarrt og Tracey McShane. Jon fríggjaði til konuna við einari serligari krossorðgátu, sum konan skuldi loysa.
4 Jon Stewart og familjan hava síðani 2005 búð á Manhattan í New York, har tey keyptu eina penthouse íbúð fyri góðar 30 milliónir krónur.
5 The Daily Show hevur verið sent síðani 1996, og í januar mánaði 1999 tók Jon Stewart við sum vertur í sendingini, sum verður fýra ferðir um vikuna á Comedy Central í USA. Sendingin verður eisini send í fleiri øðrum londum – eitt nú hjá SvF í Føroyum.
6 Tá ið flest fólk hava hugt eftir The Daily Show í USA, hava 2,3 milliónir hyggjarar verið.
7 Hóast Jon Stewart er mest kendur sum vertur í The Daily Show, hevur hann spælt við í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum. Hann hevur eisini havt serligar gestaframførslur í røðum sum The Simpsons, American Dad og Spin City.
8 – Um tær ikki dámar tíðindasendingar, so er hetta mótsendingin, sum tú kanst hyggja eftir, er Jon Stewart endurgivin fyri at siga um The Daily Show.
9 Jon Stewart sigur, at hann fær størst íblástur, tá hann missir svønin.
10 The Daily Show er blivið betur og betur umtókt, síðani Jon Stewart gjørdist vertur, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir í USA fyri vertsleiklutin.










