Óhapp á Frælsinum

Eitt ferðsluóhapp var á Frælsinum seinnapartin týsdagin

 

Førarin á einum bili, sum ætlaði sær at steðga á einari Shell støð, mátti ásanna, at tað kanska ikki er heilt vandaleyst. Bilurin varð árendur av einari motorsúkklu. Førarin á motorsúkkluni ansaði eftir øllum at døma ikki nóg væl eftir, at bilurin frammanfyri setti ferðina niður.

Tað var seinnapartin týsdagin, at tað hendi eitt ferðsluóhapp á Frælsinum í Havn. Tað var klokkan 15.31, at løgreglan í Havn fekk fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Frælsinum.

Óhappið hendi, tá ein bilur skuldi sneiða inn á Shell støðina á Frælsinum. Bilurin setti ferðina niður og beint tá hann skuldi sneiða inn, so varð hann árendur av einari motorsúkklu, sum koyrdi aftanfyri bilin.

Motorsúkklan gjørdist føst undir bilinum. Hetta gjørdi, at tað var neyðugt at boðsenda sløkkiliðnum at fáa súkkluna leysa.

Av politistøðini í Havn verður upplýst, at orsøkin til óhappið helst eigur at vera ósketni frá føraranum av motorsúkkluni. Bæði akførini fingu smávegis skaðar, men eingin persónsskaði var, verður upplýst av politistøðini.