Gitingar hava verið, at Heini Hansuarson fer í annað felag. Serliga vildu leysasøgurnar vera við, at hann fór til annað hvørt VÍF ella KÍF. Tað passar eftir øllum at døma ikki. Heimasíðan hjá Neistanum staðfestir í dag, at landsliðsleikarin heldur fram hjá greipuvinnarunum. Heini Hanusarson var dagsins maður í seinna finaludystinum í gjár. Hann skeyt 10 mál.









