- Hanusabbi legði einki í flaggdagin

- Nú ætla tey at flagga við Merkinum á bussunum í Keypmannahavn. Er tað tekin um virðing fyri flagginum, spurdi Tóta Árnadóttir í flaggdagsrøðu í Saltangará í dag.

- Sum barn elskaði eg flaggdagin. Onnur omma mín fylti henda dagin, og hóast hon varð fødd í 1911, væl undan bæði flaggsangi og flaggdegi, so unti hon tjóðini alt gott og hevði einki ímóti at deila dagin við Merkið. Eg minnist at ganga gjøgnum flaggskrýddan bý við hornorkestri og skrúðgongu og hugsa, at omma mín var heppin, at so nógv stás var gjørt burtur úr hennara degi. Vit plagdu at keypa henni blómutyssi á Áarvegnum eftir flaggsdagshaldið, reyðar og hvítar nellikarar og bláa mækju, um hon fekst.

 

Tað segði Tóta Árnadóttir í flaggdagsrøðu í Saltangará í dag.

 

- Eg elskaði reytt, blátt og hvítt. Eg visti, at flaggið var eingin sjálvfylgja, og droymdi um tann dag tað fór at veittra viðurkent millum onnur tjóðarmerki. Enn trúgvi eg fult og fast upp á, at tann dagurin fer at renna upp. Men, tað gongur seigliga, tað má viðgangast. Tað verður helst nevnt í fleiri røðum í dag, hvussu sárt tað kennist, at Pál Joensen ikki kann svimja undir okkara egna Merki. Feskasta dømið, sum endurspeglar tann veruleika, at okkara flagg enn ikki telist sum “rættiligt flagg.”

 

Í røðu síni nevndi Tóra Árnadóttir, at abbi hennara, Hanus Debes Joensen, sum í mong ár var landslækni, var bráður av lyndi og ótolin. Longu fyri kríggið yrkti hann ein spottandi sang um pinkulítla Føroyaland við sínum pinkulítla pyntuflaggi, sum var so fitt og snøgt at seta upp á eitt klaver, og sum kundi berast sum prýði í knappholinum - uttan at nakar meinti nakað serligt við tað.

 

- Hanusabbi legði einki í flaggdagin og skrúðgongur. Eg øtaðist, tá hann físti út millum tenninar, at vit kundu halda flaggdag, tá vit einaferð høvdu eitt flagg! “Men abbi, um vit ikki royna at vera góð við Merkið, hvør skal so virða tað?” royndi eg sum smágenta at muta ímóti. Tað standi eg enn við.

 

Tóta Árnadóttir viðgekk kortini, at hon onkursvegna er farin at skilja abba sín betri við árunum. Í røðu síni helt hon fyri, at tað kennist særandi, hvørja ferð vit verða mint á, at okkara Merki mest bara er til heimabrúk.

 

- Nú ætla tey so at flagga við tí á bussunum í Keypmannahavn. Er tað tekin um virðing fyri flagginum - ella bara enn eitt tekin um, at Merkið framvegis er eitt meinaleyst pyntiflagg? Spurningurin stendur opin, og vit eru ikki samd um svarið.

 

Hon helt tó, at tað kortini gongur fram á, um enn spakuliga. Eina ferð vildu nógvir føroyingar ikki sjálvir kennast við flaggið. Fleiri sóu Merkið sum eina óhóskandi provokatión. Undir krígnum, tá flaggið júst var vorðið viðurkent av bretskum myndugleikum, var hin abbi hennara í Klaksvík ein av fyriskiparunum av fimleikarframsýning har norðuri.

 

- Ætlanin var at lata børnini hava eitt føroyskt flagg áseymað á búnarnar. Hetta varð illa upptikið av summum foreldrum, og nøkur sýttu fyri at lata síni børn bera Merkið. Summi bóru einki, onnur bóru Dannebrog. Abbi mín tók hetta fram viðhvørt sum dømi um, hvussu tíðir og hugburður kortini stigvíst broytast. 

 

Tóta Árnadóttir helt, at tað kann tykjast sum ein andsøgn, at eitt átak fyri at savna tjóðina - eitt tjóðarflagg - soleiðis kundi skapa øsing og spjaðing í fyrstu atløgu. Tað, sum einaferð skapti øsing, varð kortini, sum frá leið, ein sjálvfylgja.

 

- Niðurstøðan er, at viðhvørt er tað helst neyðugt at gera okkurt, sum argar onkran fyri at fáa broytt nakað sum helst. Vit tola at vera ósamd um sumt í eina tíð. Vit duga at virða hvønn annan fyri tað, tíbetur. Hvat vit so annars kunnu vera ósamd um, so eru vit samd um at vera føroyingar, og flaggið eiga vit tí øll í felag, segði Tóta Árnadóttir m.a. í flaggdagsrøðu síni í Saltangará í dag.