Tað var stórur lætti millum B36 spælararnar, tá ið tað síðsta sunnudag eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti AB.
-Vit hava bara skorað stóran helming av málunum, sum vit megnaðu í fjør. Á Toftum snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna stigini, og vit hava fokus á at fáa betri úrtøku úr mongu málmøguleikunum, sum vit framvegis megna at spæla okkum til, sigur Hanus Thorleifsson í B36, sum skoraði 2-1 sigursmálið sunnudagin.
Jógvan Skeel Nolsøe er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Sebastian Pingel, Jákup á Borg og Høgni Eysturoy eru førir fyri at spæla ídag. Odmar Færø er tøkur aftur.
Tølini siga, at nú er tað langt síðani, at B36 hevði trupulleikar á Svangaskarði. B68 hevur ikki vunnið stig á heimavølli ímóti B36 síðani 10. juni 2012, tá ið úrslitið var 1-1. Tað eru meiri enn seks ár síðani, at B68 vann á B36 á heimavølli. 13. Juni í 2010 var úrslitið 1-0. Málskjútti ta ferðina var Óli H. Olsen, sum nú er liðformaður á Toftum.
Hóast soltna úrtøku og beina kós ímóti niðurflyting so siga teir á Toftum, at lagið framvegis er gott:
-Nógv teir flestu eru uppvaksnir her í felagnum, og vit hava tað gott saman, og vit arbeiða allir nógv undir venjing. Fokus er á, at tað skal eydnast at vinna fyrsta sigurin, og tað vóna vit fer at eydnast heilt skjótt, sigur miðverjin Oddur Højgaard.
Niklas Poulsen og Esmar Clementsen eru skaddir, og Evrard Blé er leikbannaður: Jann Ingi Petersen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur.









