Hanus við superbólki

Futt í Býin verður fríggjakvøldið, og Hanus G. Johansen kemur hesaferð á pall, og hann er ikki einsamallur, tí við sær hevur hann tað, ið kann kallast ein væl mannaður bólkur av kvinnum og monnum. Og eisini gestir, ið ikki enn verða avdúkaðir, koma eisini á pallin

Hanus G. Johansen er millum fremstu vísusangarar í Føroyum og á okkara leiðum. Hann megnar sum onki at rúnarbinda stórar áhoyrarafjøldir einsamallur. Í áravís hevur hann staðið eina á palli, og t.d. á Summarfestivalinum hevur hann bergtikið einsamallur á stóra pallinum og við lurtarum í túsundtali.


Hanus við bólki

Men fríggjakvøldið verður ikki minni gott, tí tá fer hesin fremsti vísusangari í landinum á pall við bólki. Og tað er ikki bara við einum hissini bólki, men við sera væl mannaðum bólki.

Við í bólkinum hjá Hanusi fríggjakvøldið eru dugnaligir tónleikarar, ið teljast millum úrmælingar hvør á sínum øki.

Hanus sjálvur syngur og spælir guitar, Heiðrun Petersen spælir violin, Mia Káradóttir, floytu, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Magnus Johannesen, tangentar, Rógvi á Rógvu trummur og Eyðun Hansen, guitar. Harumframt koma eisini onnur á pall, men hesi verða ikki avdúkað, tí hetta skal verða sonevnt "Surprise".

Lagt er hervið upp til eina serstaka og sera góða framførslu við Hanusi, ið hevur eitt teppið av bestu tónleikarum aftanfyri seg.

Fyrireikararnir siga, at við hesum er sanniliga eisini okkurt til tey vaksnu, tá Futt í Býin verður fríggjakvøldið.


Hauns aktuellur

Hanus G. Johansen er fløguaktuellur, tí hann hevur endurútgivið á fløgu klassikaran Gaman og Álvara, ið kom á plátu síðst í áttatiárunum.

Hendan plátan hevur verið elskað og spæld síðani, og tekstirnir hjá Poul F. og løgini hjá Hanusi eru fólkaogn.

Og á konsertini í Tórsgøtu fríggjakvøldið verða tað eisini Hanus, Poul F og Gaman og Álvara, ið eru í hásæti, men at okkurt annað nýtt ella nýggjari kemur ímillum, er ikki ómøguligt.


Høvdingar hittast

Í øllum førum verður tónleikasøga skrivað, tá sterka manningin fer á pall fríggjakvøldið, tí tað hendr ikki ofta, at vísuhøvdingin Hanus fer á pall við bólki, og at tónleikararnir so eru høvdingar - ella úrmælingar - ger ikki støðuna minni áhugaverda.