Hanus verður skipaður í embætið sunnudagin

Sunnudagin 18. juni skipar dómprósturin Hanus Pál Jógvansson í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi

Hanus Pál Jógvansson tekur við embætinum sum sóknarprestur eftir Jens Mortan Mortensen, sum fór frá fyri aldur í fjør.

 

Hanus Pál hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann er 30 ára gamal og hevur lokið teologiskt embætisprógv frá lærda háskúlanum í Århus í 2020.

 

Nýggi sóknarpresturin verður skipaður í embætið undir gudstænastuni í Hvalbiar kirkju kl. 11.00.

Hann byrjar í embætinum 1. juli.