Lagið var framúr gott í GÍ leguni eftir trivaliga sigurin á ÍF. Hóast teir ætla sær meiri, enn støðutalvan nú vísir, so eru teir í Gøtu so mikið realistiskir, at teir halda tað fara at verða meiri enn trupult at vinna FM ella silvurkrónur og á tann hátt at bjarga sær atgongd til altjóða uppgávur.
- Tað hevur alstóran týdning fyri GÍ, at vit sleppa út í Europa at royna okkum. Tað hava vit so ofta gjørt, at tað næstan kennist sum, at okkurt restar, tá ið vit ikki eru við í Europa Cup. So hetta mest sum bjaraði okkum kappingarárið, søgdu fegnu gøtumenninir.
Ein av teimum, sum flest flokkaðust um at heilsa við avbera góða avrikinum, var miðvallarin í vinstru, Hanus Jacobsen. Hann skoraði trý mál tað fyrsta, tað næsta og tað síðsta. Tað er bara eina ferð áður komið fyri í finalum um Løgmanssteypið, at ein og sami spælari hevur skorað tríggjar ferðir. Tað var í 1997, tá ið GÍ vann 6-0 á VB tað er størsti finalusigurin, sum higartil er vunnin, síðani tað í 1989 varð farið undir kappingina. Ta ferðina skoraði Henning Jarnskor tríggjar ferðir, og nú gjørdi Hanus Jacobsen tað sama.
- Tá ið eg spældi í piltadeildini, skoraði eg onkra ferðina trý mál. Tað havi eg ongantíð gjørt í bestu deildini. Tað var fantastiskt, at tað eydnaðist mær at skora trý mál. Tað kann ikki annað sigast, enn at eg havi goymt málini inntil finaluna, skemtaði fegni trífaldi málskjúttin.
Hvussu ert tú nøgdur við avrikið?
- Vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir. Fyrsta hálva tíman kundi tað fara báðar vegir. Tá ið vit høvdu fingið hol á, haldi eg, at tað var størri tyngd í hjá okkum. 2-0 málið hevði stóran týdning. Í 2. hálvleiki vóru teir noyddir at satsa. Teir fingu eitt mál, og teir høvdu onkran annan møguleika. Men vit høvdu fleiri møguleikar. Málið hjá Áslaki var fantastiskt, og tá ið eg skoraði fjórða málið, var er púra leysur, greiðir 20 ára gamli nýklækti studenturin Hanus Jacobsen frá.
Hvussu ber tað til, at tú nú ert vorðin so vandamikil málskjútti?
- Tað vóru miðvallararnir í borðunum, sum skoraðu øll fýra málini. Áslakur skoraði eitt og legði við innkasti upp til eitt, og eg skoraði hini trý. Hesa ferð spældu vit 4-4-2. Annars hava vit fyri tað mesta spælt 4-5-1. Tá havi eg verið vongverji og harvið ikki so frammarlaga. Nú hevur Hans Jørgin spælt á tí plássinum. Hann hevur spælt sera væl, og tað hevur havt við sær, at eg havi fingið møguleika at spæla longri frammi, og hesa ferð var úrtøkan størri, enn hon nakrantíð hevur verið hjá mær í bestu deildini.










