Hanus trívist væl í Dale

Í hesum døgum er Hanus Johansen í Dale á Vesturlandinum í Noregi, har hann hevur spælt tvær konsertir í sambandi við 100 ára haldið fyri skaldið Jakob Sande

Samrøða

Í hesum døgum er Hanus Johansen í Noregi í sambandi við, at 100 ár eru fráliðin, síðan norska skaldið Jakob Sande varð borið í heim. Hanus luttekur á stóra 100 ára haldinum, ið varð hildið í Fjalerhallen í Dale, heimbygdini hjá Jakob Sande fríggjakvøldið, í Førdehuset í Førde leygarkvøldið og endar í Ullern Skole í Oslo komandi leygarkvøld 9. desember. Umframt Hanus luttaka kendir norskir Sande tolkar á hesum kvøldum við upplestri og tónleiki. Vit fingu orð á Hanus í telefonina úr Dale, har hann hevur leigað sær eini lítil hús at vera í, hesar vikurnar hann er í Noregi.

Trívist í Dale
- Ætlanin var at koma heim aftur 10. desember, men henda ætlan er fyribils slept, so eg veit ikki nær eg komi til Føroyar aftur, sigur Hanus, ið veruliga trívist í lítlu norsku bygdini.
Á nýggju fløguni hjá Hanusi og Aldubáruni tulka tey 15 yrkingar hjá Jakob Sande. Tað var í heimbygdini Dale, at Hanus fekk fatur á yrkingasavninum Dikt i samling, hjá Sande. Hetta hendi, tá Hanus vitjaði har á fyrsta sinnið í 1995. Tá hevði hann longu gjørt lag til eina Sande yrking, og fekk høvið at spæla eina konsert í Dale. Síðan tá hevur hann javnan vitjað aftur. Á vitjan síni í 1998 hevði Hanus fleiri nýggj Sande løg við, og tað var tá, at hann av fyrstan tíð fór at hugsa um at geva eina fløgu út við hesum løgum.

Eitt slag av bygdarvini
Hanus sigur, at hann altíð hevur verið væl móttikin í bygdini og at hann er farin at kenna rættiliga fitt av fólki har.
- Eg eri blivin eitt slag av bygdarvini. Eg trívist væl her. Fólk minnir nógv um føroyingar og eisini málið minnir nógv um føroyskt.
Hanus heldur ikki, at tey lokalu hava nakran trupulleika við, at ein føroyingur tulkar teirra lokala skald, heldur tvørturímóti. Heldur ikki úttaluna hevur hann hoyrt eitt øvugt orð um.
- Eg haldi, at tað gongur rættiliga væl við úttaluni. Tey hoyra, at eg ikki er norðmaður, men tað tykist ikki, sum um tað er nakað, ið tey leggja so nógv í.
Í sambandi við konsertina í 1998 fór Hanus til Dale eina viku frammanundan, og hann merkti beinanvegin hvussu nógv hansara nýnorska mál mentist hesar dagarnar. Tí valdi hann, at fara til Dale í hálvan annan mánað í vár, áðrenn hann skuldi spæla fløguna inn. Í Dale fekk Hanus frálæru frá norskari lærarinnu í úttaluni á Dale leiðini. Norska lærarinnan kom somuleiðis við til Føroyar at leggja lag á úttaluna undir upptøkunum.

Aldubáran gjørdi munin
Hanus og Aldubáran vóru í Noregi í fjør, sum part av teirra norðurlendsku konsertferð. Í tí sambandi setti Aldubáran 3 Sande løg hjá Hanusi út. Hetta riggaði somikið væl, at Hanus fekk hug til at arbeiða saman við teimum aftur á eini fløgu.
Aldubáran og Hanus hava arbeitt saman fyrr. Samarbeiðið byrjaði í 1998 og vóru framførslur í Føroyum, Danmark og Noregi. Nakrar av hesum vórðu festar á band og varð konsertfløgan “Bouquet” givin út í 2000.
- Aldubáran pressaði eitt sindur uppá fyri at vit skuldu gera eina fløgu saman aftur, og við teirra moralska stuðli hættaði eg mær undir hana. 100 ára haldið fyri Jakob Sande virkaði eisini sum eitt hóskandi høvi, greiðir Hanus frá.
Úrslitið fløgan Frå Leddiken kom út fríggjadagin í sambandi við 100 ára haldið. Hon er útgivin á egnum plátufelag í Føroyum og Noregi. Men enn hevur tað verið trupult at fingið útbreiðslu sáttmála í Noregi, so fløgan er higartil bert givin út í grannalagnum kring Dale.

Góð móttøka
Konsertirnar í Dale og í grannabygdini Førde hava gingið sera væl. Fult hús hevur verið bæði kvøldini, eini 5-600 fólk hvørt kvøldið. Væntandi verður konsertin í Oslo eisini útseld, hon verður hildin í skúlanum, har Jakob Sande virkaði sum adjunkt.
Hanus greiðir frá, at móttøkan hevur verið sera góð, og eisini í miðlunum á norska Vesturlandinum hevur Hanus fingið nógv rúm. Bæði Bergens Tidende og stóra lokala blaðið í grannalagnum kring Dale, Firda hava havt samrøður við Hanus.
Ein av stóru upplivingunum á ferðini hjá Hanus var at hitta systir Jakob Sande, 93 ára gomlu Aslaug og synir hennara.
- Hon var ófør, hon er 93 og kom bæði á konsert og til veitsluna aftan á, sigur Hanus í telefonini úr Dale.
Hanus væntar, at hann og Aldubáran fara at hava onkra konsert í Føroyum. Tá hann er heimafturkomin, men enn er einki lagt fast um nær og hvar tað verður.