Hanus hevur ein lívlangan tokka til Beatles, og teir hava altíð verið ein stórur íblástur í hansara tónlistaliga lívi. Hanus sigur, at áðrenn Bob Dylan og Leonard Cohen, vóru tað Beatlarnir, ið lærdu hann at spæla.
Umframt at spæla eigur Hanus fleiri antikvariskar nótabøkur við Beatles-sangum, sum hann hevur lænt okkum til framsýningina.