Hanus G. Johansen verður at hitta í Klaksvík leygarmorgunin. Hann fer at spæla nakrar sangir av nýggju útgávu sínari í Leikalund. Fríggjadagin helt Hanus G. Johansen 60 ára føðingardag. Tað var gjørt á móttøku í Norðurlandahúsinum, har nýggj fløga hjá Hanusi eisini varð løgd fram.
Leygarmorgunin vitjar Hanus heimstaðið. Hann verður at hitta í Leiklund í Klaksvík frá klokkan 11. Har ber til at ogna sær nýggju fløguna, har Hanus G. Johansen hevur sett løg til yrkingar hjá einum øðrum norðoyingi, Hans Jacob Glerfoss.
Hanus fer eisini at spæla nakrar sangir í Leikalund leygarmorgunin.










