Hanus á stóra palli

Av tí, at so nógvar broytingar komu í leygardagsskránna, so endaðu fleiri nøvn á stóra pallium á Vágsbø, og Hanus var eitt teirra, og tað megnaði hann lættliga

Hanus G. Johansen hevur verið fastur maður á festivalskránni í Klaksvík øll árini.Undanfarin ár hevur hann havt leiklutin sum vísusangarin á Torginum í gula hálvmánatjaldinum.
Men í ár bleiv Hanus fluttur á stóra pallin. Og føroyski troubadoururin prógvaði, at ongin pallur er ov stórur fyri Hanus.
Tað var í veruleikanum at stórt pluss, ið lættliga kann endurtakast, hetta at flyta Hanus fram í røðina millum tey stóru nøvnini, tí tað er har hann hoyrir heima.
Hanus fylti allan pallin og allan Vágsbø. Ein kundi hildið, at skjótt gjørdist ovboðið. Ein maður við guitara, ið hann enntá viðhvørt leggur frá sær. Men so er ikki. Føroyingar troyttast ikki av Hanusi, heldur hinvegin. Og tað er í grundini ikki at undrast á, tí hann er ektaða vøran, og hon spillist sum kunnugt ikki so skjótt. Hanus hevur skrivað løg, ið halda í allar ævir, og Hanus er Hanus, tá hann er á palli. Hvørki meira ella minni.
Løtan á Vágsbø staðfesti, at Hanus er líka góður í dag, sum hann altíð hevur verið. Hann vaks í takt við brátt komnu uppgávuni at taka við á stóra palli. Og Hanus er jú eisini millum teirra, ið eigur flestu pallroyndirnar, bæði á føroyskum og útlendskum pallum, so tað undrar heldur ikki, at hann megnaði uppgávuna væl.
Hanus mundi stutt sagt ikki sloppið av pallinum aftur og hann sang eini 10 eykaløg (...eg misti í hvussu er talið). Og tað var kanska í botn og grund talan um eina mjúka løtu, har Hanus hjartaligur legði fram síni løg og sínar tulkingar, meðan fjøldin takkaði Hanus við at vísa honum sín kærleika og klappa og varðveita hann á pallinum, so longi tað yvirhøvur var gjørligt.
Og til alla lukku, so loyvdi mjørkakøvda festivalskráin Hanusi at standa longi á palli til gleði fyri allar partar.