Eftir at Sosialurin mánadagin bar tíðindini um, at arbeiðið við Marknagilsdeplinum er darvað av einum bygningsfeili, er málið nú tikið upp í Løgtinginum.
Hanus Samró, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, harmast um trupulleikarnar, sum eru íkomnir, men vísir á, at umstøðurnar í Hoydølum eru so ringar, at tað er alneyðugt, at tíðarætlanin fyri Marknagilsdepilin heldur. Hann hevur tí sett Birni Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum nakrar spurningar um málið.
Hanus Samró ynskir í fyrsta lagi svar um, nær væntast kann, at Marknagildepilin kann takast í nýtslu og í øðrum lagi um, hvørja ávirkan hesar seinkingar hava á kostnaðarmetingina fyri depilin.










