Hanus spælir í Leikalund

Hanus G. Johansen spælir leygarkvøldið konsert í Leikalund í Klaksvík. Hanus fer at spæla tónleik, sum hevur givið honum íblástur og hugtikið hann frá ungum árum. ?Leikar í lund? kallast konsertrøð, sum verður hildin í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík.

Á konsertunum ber til at hoyra aukustiskan tónleik í autentiskum umhvørvi. Karmur um konsertirnar er elsti partur av gamla handilinum í Klaksvík frá 1838. Bygningurin húsar í dag Norðoya Fornminnasavn og Leikalund.

 

Leikar í lund er áhugafelag sum skipar fyri ymsum tiltøkum. Fyrsta konsertin á hesi tónleikaferð verður leygarkvøldið kl. 20.

 

Á konsertini framførir Hanus G. Johansen tónleik, sum hevur givið honum íblástur og hugtikið hann frá ungum árum. Hanus fer at spæla sangir, har hann hevur sett løg til yrkarar úr Føroyum og øðrum londum.