Hanus smíðar nýtt víkingaskip

Bátasmiðurin Hanus Jensen úr Skúvoy er beint nú, saman við fleiri øðrum monnum, í ferð við at endursmíða eitt víkingaskip í Roskilde.

Talan er um Skuldelev skipið, við bygginummari 6. At endurbyggja skip á Víkingasavninum er roynt áður, men hesaferð verður farið øðrvísi til verka.

Arbeitt verður nú eftir einum leisti, har vitanin og royndirnar í dag, verða brúktar til at skilja, hvussu teir gomlu víkingarnir smíðaðu síni skip.

Við TV2 í gjár greiddi Hanus Jensen frá, at teir gera alt fyri at arbeiða á sama hátt sum gjørt varð tá - við teimum siðbundnu amboðunum, sum vórðu brúkt fyri skjótt 1000 árum síðani í Vesturnoregi.

Arbeiðið byrjaði í fjør, og verður eftir ætlan liðugt komandi ár.

(Hanus Jensen arbeiðir her uttast høgrumegin)