Hanus skoraði fyri fyrstu ferð

Við fínum hugburði B68 megnaði B68 enn einaferð at vinna stig ímóti Víkingi

Fyrr í ár var tað framúr undirhaldandi, tá ið B68 hevði vitjan av Víkingi, og tað endaði 3-3.

 

Í dag var B68 gestur í Sarpugerði, og stigatalvan segði, at Víkingur við 20 stigum var stórfavorittur ímóti B68, sum hevði 10 stig. Úrslitið var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Enn einaferð var tað framúr undirhaldandi. Tað vóru nógvir málmøguleikar í báðum endum. Síðstu løtuna royndi Víkingur at spenna álopsbogan heilt í botn fyri at skora sigursmálið, og tað var fleiri ferðir heilt spennandi í B68 brotsteiginum. Næst við at skora sigursmálið var innskifti Finnur Justinussen, tá ið stóripinnur hevði verið fýra ferðir eyka runt. Innskifti Olaf Bárðarson sneiddi seg til baklinjuna í vinstru, og tá ið hann legði innfyri, sendi Finnur Justinussen við høvdinum framvið málverjanum, men hann brast í tvørtræið, og so ruddaði Aidan Liu bóltin burtur, áðrenn Jákup Johansen setti hann í netið.

 

At Víkingur pressaði so nógv hevði við sær, at B68 fleiri ferðir var tætt við í skjótum mótálopum. Ikki minst Dabo var støðug hóttan, og onkra ferðina var um reppið, at hann sneiddi seg heilt leysan.

 

10 minuttir vóru farnir, tá ið B68 legði seg á odda. Aleksamdur Ó. Jensen legði innfyri úr høgru, og bólturin fór til handara stólpa, har Hanus Højgaard úr átta metra fjarstøðu heilfluktaði, og bólturin fór framvið vinum og fíggindum og í handaru síðu av málinum. Hetta var fimta ferðin, at 17 ára  gamli Hanus var á besta liðnum og fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Víkingur. Signar á Brúnni varð spældur leysur í høgru, hann legði flatt innfyri, og við nærra stólpa stakk Martin Klein Joensen fótin fram og stýrdi bóltin dygst inn við nærra stólpa.

 

Sum seinni hálvleikur leið dugdu toftamenn væl at geva sær góðar stundir, og tað ørkymlaði heimamenninir. Báðir partar høvdu møguleika at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. B68 vísti fínan hugburð, og tað bar eitt stig við sær, og víkingarnir vóru vónbrotnir um at hava tapt tvey stig.