Hanus Simonsen til Klaksvíkar

Við hámessuna í Christianskirkjuni sunnudagin 3. august verður Hanus skipaður í prestastarv í Norðoya vestara prestagjaldi. Tað verður dómprósturin, Bjarni Bæk, ið innsetur Hanus. Saman við Hanusi kemur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, at gera tænastu.

Seinasta sunnudag takkaði Hanus fyri tíðina sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Í hesum sambandi vóru báðir prestarnir, Heri Joensen og Hanus, virknir við gudstænastuna í Vesturkirkjuni. Aftan á gudstænastuna var borðreitt við kaffi og køkum uttan fyri í tí vakra umhvørvinum rundan um kirkjuna, - við tjørnina ella í parkini, har standmyndin av Sigmundi stendur.

Eitt ár er gingið, síðani Hanus tók við kallinum sum avloysari fyri Berg Debes Joensen. Bergur hevur saman við familjuni ferðast heimin runt.

1. august kemur Bergur aftur til arbeiðis í fólkakirkjuni eftir eitt hendingaríkt ár saman við familjuni sum ferðafólk og virkin í ymiskari tænastu. Millum annað var Bergur lærari á einum prestaskúla í Nigeria í tríggjar mánaðir. Í tveir mánaðir var hann lærari umborð á trúboðaraskipinum Doulos. Eisini røkti hann í ein mánað kallið sum danskur prestur í Jaffa, Ísrael, skrivar Trúboðin á heimasíðuni.